Mikudagin verða seinastu studentarnir í ár lidnir á Kambsdali. Sum siðvenja er, so verður almennur pisufundurin hildin á Sandinum í Syðrugøtu sama dag klokkan 17.

Pisurøðurnar í ár halda Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu og Jónas Gullaksen, næmingur á Kambsdali. Hans Marius Ziska fer at spæla nøkur løg, og Fuglafjarðar hornorkestur setur sum altíð sín serstaka dám á løtuna.

Hósdagin klokkan 13 verður próvhandan í Ítróttarhøllini á Kambsdali.