Pisufundur – løtumyndir

24. juni var pisufundur á Gøtuasandi. Korona argaði, veðrið hótti, men løtan var góð. Røður, húgvur, glaðir ungdómar og frískar myndir. 

Eftir tilmæli frá heilsumyndugleikunum var luttøkan avmarkað fyri at sleppa undan smittuvanda. Allar pisurnar sluppu tó at vera saman til einu og somu hátíðarløtu.

Dagurin byrjaði við oysandi regni, og hann boðaði frá einum ringum æli seinnapartin. Skúrurin kom tó tíbetur í góðari tíð, og pisufundurin varð hildin á Sandinum. 

Kristian Bøgesvang helt pisurøðuna fyri studentarnar, Hervør Pálsdóttir, løgtingskvinna, helt gestarøðuna, og sum altíð setti Fuglafjarðar hornorkestur sín serstaka dám á løtuna.

Kristfríð Tyril tók myndir.

Floksmyndirnar verða lagdar út seinni.