Próvhandan – Gymnasialt miðnám

Fríggjadagin 28. juni var próvhandan á búskapar-, fyrireikingar-, hug- og náttúrubreytini á Kambsdali. Í ár vóru tað 150 studentar, sum fingu prógv. Próvhandanin fór fram í ítróttarhøllini á Kambsdali.

Maria Gregersen, lestrarvegleiðari, beyð vælkomin og næmingar, ið hava havt tónleik á A-stigi framførdu.

Randi Hansen og Eyðun á Lakjuni sungu og spældu undir til felagssangin.

Christian Joensen, rektari, helt røðu. Røðan kann lesast her

Kristfríð Tyril tók myndirnar.