Nú er klárt at søkja inn á akademiútbúgvingina
Í heyst bjóðar Miðnám á Kambsdali tvær lærugreinar út á AÚ.
Lærugreinarnar eru:
Coaching og ósemjuhandfaring; lærugrein til tey, ið vilja læra um coaching og hvussu tað kann brúkast í teirra leiðslustíli, um handfaring av ósemjum, at finna ósemjuloysnir og um starvsfólkamenning.
Hagfrøði; lærugrein fyri tey, sum vilja læra at nýta hagfrøði til at fáa skil á tað grundleggjandi ástøði innan búskap og tilfeingisstýring.
Akademiútbúgvingin á Miðnámi á Kambsdali er fyri fólk, sum vilja førleikamenna seg innan leiðslu og tað merkantila økið.
*Seinasta freist at melda seg til akademiútbúgvingina er mánadagin, 12. august 2024
Upptøkutreytir o.a. sæst á heimasíðu skúlans. Meira kunning um og tilmelding til lærugreinarnar finst her.