Fyrsta pisan floygd
Í dag bleiv fyrsta pisan á Kambsdali floygd. Um tveytíðina í dag fekk Rebekka Jóhannusardóttir Olsen húgvuna á høvdið eftir at hava verið til próvtøku í virkisbúskapi. Beint eftir próvtøkuna vant hon Merkið á fulla stong, sum fráboðan um, at nú er fyrsta av 133 pisum á Dalinum floygd.
Síðsta próvtøkan í ár er mikudagin 23. juni, og sum siðvenja er, verður pisufundur á Gøtusandi klokkan 17 sama dag. Próvhandanir eru sjálvandi eisini hesa vikuna. Nærri upplýsingar um hesar kann lesast her.
Vit ynskja Rebekku hjartaliga til lukku!