Móðir og sonur liðug sama dag
Í hesum døgum eru nógvar próvtøkur á skránni á Kambsdali, og húgvurnar seta sín serstaka dám á gerandisdagin. Í dag vóru tað m.a. næmingar úr N18y, sum blivu lidnir, tá teir vóru uppi í støddfrøði og evnafrøði. Millum teirra var Jónhard Arnbjørn á Regni. Tað serliga hjá Jónhardi var, at mamma hansara, Armgarð A. á Regni, eisini var til endaliga próvtøku á Kambsdali í dag. Hon hevur gingið á Akademiútbúgvingini, ið er ein styttri hægri útbúgving, ið kann takast sum stakgreinir um kvøldarnar og endar við munnligari framløgu av størri skrivligari uppgávu.
Vit ynskja Jonhardi og Armgarð hjartaliga til lukku við útbúgvingunum og blíðan byr framyvir.