Stórur dagur á Kambsdali
Mánadagurin 20. oktober 2025 var ein stórur dagur í 35 ára longu skúlasøguni á Kambsdali. Á stórfingnum hátíðarhaldi bleiv nevniliga endaliga yvirtøkan av nýggju kørmunum staðfest. Samanbyggingini av gomlu skúlunum, spildurnýggju náttúruvísindaligu hølini og nýggi køkurin skapa fyrstafloks og nútímans skúlakarmar á Kambsdali.
Á hátíðarhaldinum bjóðaði Hjalmar Hansen, stjóri í undirvísingarstýrinum, vælkomin, og Sigurd Ó. Vang frá Landsverki, Djóni N. Joensen, landsstýrismaður, Sjúrður Holm stjóri í Búsetri og Christian Joensen, rektari, hildu røðu. Eisini sang stóra skúlakórið tveir sangir og kvinnuliga lærarakvintettin sang somuleiðis tveir sangir.
“Tað er, at næmingarnir á Kambsdali nú fáa betri møguleikar at savnast og fjølgast. At tað verður skipað eitt speakers corner, eitt stað, har næmingarnir kunnu tosa og kjakast fólkaræðinum at frama. At næmingarnir tora at kjakast. At lurta og standa við sítt og verða opin fyri øðrum. Við hesi byggingini hava tit á Kambsdali fingið hesar karmarnar, og tað gleðist eg um. Nú skulu tit fylla teir út,” segði Djóni N. Joensen, landsstýrismaður m.a.
Eftir røður og framførslur var ábit á skránni.





















