Søk inn á Miðnám á Kambsdali!

Tey, sum ætla at søkja inn á eina av útbúgvingunum á Miðnámi á Kambsdali, kunnu nú skriva seg inn gjøgnum heimasíðuna “Innskriving”. Leinki og vegleiðing til “Innskriving” er her: Mentamálaráðið – Umsóknarblað…

Nógv vitjandi á skúlanum í heyst

Miðnámsskúlin á Kambsdali hevur í heyst havt fleiri vitjanir. Talan er um ymisk samstørv og verkætlanir, sum skúlin tekur lut í. Fáar vitjanir vóru seinasta ár vegna koronafarsóttina, og eisini tí hava fleiri næmingar og…

Lærarastørv á Kambsdali 2022 – 2023

Miðnám á Kambsdali søkir eftir undirvísarum á gymnasialu breytunum og serbreytini eins og orðblindalærara. Undirvísingartímar eru leysir at søkja í hesum lærugreinum á gymnasialu breytunum – mett vikutímatal: Alisfrøði…

Rúni lokið námsfrøðiligu útbúgvingina

,
Týsdagin 22. mars, var Rúni Rasmussen, lærari í virkisbúskapi og fígging, til endaliga próvtøku í verkliga partinum av námsfrøðiligu útbúgvingini. Rúni, sum er Cand.merc.aud, hevur undirvíst á Miðnámi á Kambsdali síðani…

Boban lokið námsfrøðiligu útbúgvingina

,
Mánadagin 21. mars var Boban Ilic, lærari í ítrótti, til endaliga próvtøku í verkliga partinum av námsfrøðiligu útbúgvingini. Boban, sum hevur master í ítróttarundirvísing, er ættaður úr Serbia. Hann hevur undirvíst á…

Nýggjur filmur um Fab Lab á Kambsdali

Fab Lab stendur fyri Fabrication Laboratory, og farið varð í holt við at seta Fab Lab á Kambsdali á stovn í 2017. Í 2018 vann Fab Lab á Kambsdali heiðurin sum Ársins Átak 2018 á Vinnudegnum í Norðurlandahúsinum. Hetta…

Bjóða fronsku máltestirnar aftur í ár

,
Í apríl verður aftur høvi at taka tær víðagitnu DELF testirnar í fronskum máli á Miðnámi á Kambsdali. Nú eru skjótt mong ár, síðani hetta virksemið byrjaði sum ein liður í at útvega næmingum almennu fronsku málprógvini,…

Søk inn á Miðnám á Kambsdali !

Heimasíðan innskriving er nú opin og virkin, og tey, sum ætla at søkja inn á eina av útbúgvingunum á Miðnámi á Kambsdali, kunnu fara í holt við hetta. Leinki og vegleiðing til “Innskriving” er her: Mentamálaráðið -…

Kvøldsetan á Miðnámi á Kambsdali verður mánakvøldið

Mánakvøldið 14. mars kl. 19 verður loksins kvøldseta aftur á Miðnámi á Kambsdali. Í rúma tíð hava størri almenn tiltøk so sum kvøldsetur ikki verið á skránni á skúlanum, so nú gleða næmingarnir og lærarar teirra seg…

Henrietta lokið námsfrøðiligu útbúgvingina

Á myndini síggjast frá vinstru Karl A. Olsen, vegleiðari, Óluva Klettskarð, vegleiðari, Henrietta A. Jacobsen í miðjuni við prógvi og blómutyssi í hond, Joan Mohr, námsleiðari á Kambsdali og Vónbjørt Tróndheim frá Glasi,…

Kvøldsetan fyribils útsett

Vegna serligar umstøður er kvøldsetan, sum skuldi vera á Miðnámi á Kambsdali, hóskvøldið kl.19, fyribils útsett. Nærri kunning um kvøldsetuna seinni. Miðnám á Kambsdali

Nordplus verkætlan

Hesa vikuna eru átta næmingar av búskaparbreytini úr ávíkavist B19a og B19b á vitjan í Odense. Talan er um eina Nordplus verkætlan, har okkara næmingar arbeiða saman við næmingum frá Tietgen Handelsgymnasium um búskaparviðurskiftir…