
Søk inn á Miðnám á Kambsdali!
Uncategorized
Tey, sum ætla at søkja inn á eina av útbúgvingunum á Miðnámi á Kambsdali, kunnu nú skriva seg inn gjøgnum heimasíðuna “Innskriving”.
Leinki og vegleiðing til “Innskriving” er her: Mentamálaráðið – Umsóknarblað…

Nógv vitjandi á skúlanum í heyst
Uncategorized
Miðnámsskúlin á Kambsdali hevur í heyst havt fleiri vitjanir. Talan er um ymisk samstørv og verkætlanir, sum skúlin tekur lut í. Fáar vitjanir vóru seinasta ár vegna koronafarsóttina, og eisini tí hava fleiri næmingar og…

Ein er tíðin at dansa…
Uncategorized
Hesar seinastu dagarnar hava tey flestu varnast, at skúlaflokkar hava sligið ring, og vit hava hoyrt ymisk kvæðir runt á skúlanum. Fleiri lærarar hava hesar seinastu vikurnar arbeitt við føroyska kvæðaarvinum í tímunum – og kvæðini…

Politiskur kjakfundur á Kambsdali
Uncategorized
Í dag, á kyndilsmessu, skipaði næmingaráðið á Kambsdali fyri stórum politiskum kjakfundi. Endamálið við tiltakinum var at kunna næmingar um møguleikan at taka lut í politikki, at skapa áhuga fyri politiskum spurningum…

Prógvhandan á Akademiútbúgvingini
Uncategorized
Í vikuni, sum fór, var prógvhandan á Miðnámi á Kambsdali. Hesaferð vóru tað trý lesandi á leiðslubreytini á Akademutbúgving skúlans, sum nú vóru liðug.
Tey hava tikið eitt skeið, sum telur 10 ECTS, hvørja lestrarhálvu…

Hug at taka miðnám í Føroyum, Danmark, Íslandi og Grønlandi?
Uncategorized
Nú hevur tú møgulleikan at søkja inn á Norðuratlantiska studentaflokkin, sum er ein slóðbrótandi verkætlan, har fýra norðurlendskir miðnámsskúlar samstarva. Tú tekur eina vanliga studentaútbúgving í fýra ymiskum londum saman…

Bókavørðurin viðmælir
Uncategorized
Vitsti tú av, at á bókasavninum á Kambsdali eru 12.000 bøkur, ið tú sum næmingur kanst læna? Ætlar tú at lesa allar, skalt tú lesa 4.000 um árið ella á leið 400 um mánaðan hvørt skúlaár.
Tað sigur seg sjálvt, at…

Til vetrarroynd fyri seinastu ferð
Uncategorized
Í næstu viku verður vetrarroynd á Kambsdali. Allir næmingar hava fingið boð frá skúlanum, hvørjar lærugreinar, tey skulu upp í, og nær hesar royndir liggja.
Fyri nøkur er hetta fyrstu ferð, at tey skulu til roynd í miðnámi,…

Útnorðurráðið vitjar NGK-næmingar
Uncategorized
Stutt fyri jól høvdu NGK-næmingarnir og Miðnám á Kambsdali forkunnuga vitjan. Løgtingslimir hava altíð nógv at gera undan jólum, og í so máta var árið í ár einki undantak. Útnorðurráðið kom kortini á vitjan á Kambsdali,…

Nú ber til at søkja inn á AÚ
Uncategorized
Akademiútbúgvingin er kvøldskúli og er serliga ætlað teimum, sum arbeiða og samstundis vilja førleikamenna seg fakliga. Í vár verða tríggjar lærugreinar bodnar út á Miðnámi á Kambsdali.
Búskaparstýring í verki er…

Gleðilig jól
Uncategorized
Miðnám á Kambsdali ynskir øllum eini gleðilig jól og eitt eydnuberandi nýggjár.
Skúlagongdin byrjar aftur mikudagin 5. januar 2022.

Jóladámur, jólastákan og jólahald
Uncategorized
So hevur jóladámurin lagt seg á Miðnámsskúlanum á Kambsdali. Umframt at flokkar hava gjørt seg lidnar við virksemið í ymisku lærugreinunum hetta hálvárið, og lærarar og næmingar hava sett punktum fyri eitt sermerkt hálvár,…
